RÆTTARTRYGD
Í gjár var fyrsta viðgerð av uppskoti til samtyktar um barnavernd, rættartrygd og mannarættindi. Tað er Álvur Kirke, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið. Við uppskotinum heitir tingmaðurin á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslógir og ríkislógartilmæli sum endurskoða lógarreglurnar um barnavernd, rættartrygd og mannarættindi. Endamálið við lógunum skal vera, at vælferð barnanna verður raðfest fram um alt annað, at rættartrygd og mannarættindi verða tryggjað øllum borgarum, og at skipanin skal tæna børnunum og borgarunum, og ikki øvugt.
Grundin til, at Álvur Kirke hevur lagt uppskotið fyri tingið, er, at hann hevur kunnleika um fleiri mál, har rættartrygdin hjá børnum hvørs pápi eitt nú verður lagdur undir at hava framt siðamisbrot, hevur verið í vanda.
- Børnini eru alt ov illa vard, tey verða í grundini slept uppá fjall, meðan barnavernd og onnur gera alt fyri at jarðleggja pápan eitt nú út frá einum lítlum illgruna, hóast tað seinni vísir seg, at viðkomandi er ósekur, sigur Álvur Kirke.
Barnaverndarnevndirnar hava næstan óavmarkað vald, sigur tingmaðurin.
- Barnaverndarnevndir gera løgregluarbeiði og viðgera ósek fólk sum kriminell, uttan at hesi sleppa at verja seg fyri einum dómara. Barnaverndirnar avhoyra smábørn, manipulera við børnunum fyri at fáa ein illtonktan niður við nakkanum. Er illgrunin har, skal tann skuldsetti neglast. Rættartrygdin verður tikin frá ósekum fólki, og brot verða framd á mannarættindini. Sjálvsagt skal tann seki finnast og eg siti ikki inni við røttu loysnini, hvussu tað skal gerast ella, hvussu barnaverndir eiga at arbeiða, men uttan mun til tað, mugu ósek fólk verjast, sigur Álvur Kirke.
Tað fær ongar avleiðingar fyri fólk, sum bera ósannindi fyri eini barnavernd, bert fyri at skaða ein persón. Fleiri dømi eru um, at mammur, sum vilja avmarka sambandið millum børn síni og pápa teirra eftir ein hjúnaskilnað, finna uppá lygisøgur fyri at taka rættindini frá pápanum.
- Myndugleikarnir eiga at arbeiða skjótari fyri at finna út av, um skil er í eini ákæru ella ikki. Fyribils avgerð hjá eini barnaverndarnevnd kann oyðileggja lívið hjá ósekum menniskjum. Um onkur ber fram ósannindi fyri eini barnaverndarnevnd, bert fyri at skaða ein persón, so fær hetta beinanvegin fylgjur fyri viðkomandi persón, men tann, sum ber fram ósannindini, sleppur frá at standa til svars fyri, hvat hann ella hon hevur sagt. Í mesta lagi er talan um eina átalu, sigur Álvur Kirke.
Í nógvum málum eru børnini tapararnir.
- Barnaverndir, hvørs endamál fyrst og fremst er at verja børnini, fara í gongd við eitt mál uttan at seta seg í samband við løgregluna fyrst. Kanska hava tær einki val, men nógv dømi eru um, at ósek líða undir slíkari framferð. Tí eiga vit fyrst av øllum at hyggja eftir skipanini og spyrja, hvussu raðfestingin eigur at verða. Endamálið við hesum uppskotinum er at lógir og reglugerðir verða broyttar soleiðis, at barnið, og rættartrygdin og mannarættindini hjá viðkomandi verða raðfest fyrst, og síðani alt annað. Lógin eigur at tryggja, at skipanin í framtíðini verður til fyri borgaranna skyld, og ikki øvugt, sigur Álvur Kirke.
Málið er beint í rættarnevndina.










