Sparkivøllur
- Hetta verður børnunum og teimum ungu á Tvøroyri eitt gott spæli- og lærupláss.
Við hesum orðum handaði Óli Holm, formaður í Fótbóltssambandi Føroya Tvøroyrar býráð ein spildurnýggjan sparkivøll við snotiligum graslíki á.
Hetta er ein av teimum smáu sparikivøllunum, sum evropiska fótbóltssambandi, UEFA, letur sín ríkiliga stuðul til at gera víða hvar fyri at hátíðarhalda 50 ára dagin hjá felagsskapinum.
Eisini í Føroyum eru fleiri slíkir smávøllir gjørdir og nú er so tann fyrsti eisini í Suðuroy tikin í nýtslu á Tvøroyri.
- Endamálið er eisini at stimbra áhugan fyri fótbólti og at stuðla upp undir menningina, segði Óli Holm.
- Hesir smái vøllirnir eru við at geva óvitum og ungum ein eyka møguleika at menna fótbóltsevnini, legði hann afturat.
Tilsamans eru og verða einir 40 slíkir smávøllir gjørdir kring landið við stuðuli frá UEFA, Fótbóltssambandi Føroya, Skipafelagnum, Landsstýrinum og Løgtinginum.
Eisini Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyi fegnaðist um hendan nýggja vøllin.
Tá ið hann tók ímóti vøllinum, heitti hann á øll í Suðuroy, sum íðka ítrótt um ikki at síggja kommunumark sum eina forðing, men at fara útum mark.
- Finna ítróttarfeløgini saman, hevði tað ongantíð verið betri um kommunurnar fylgdu eftir, segði hann, tí skal Suðuroy aftur í fremstu røð, gerst tað bert við at leggja saman.
Síðani handaði borgarstjórin landsliðsskiparanum og TB`aranum, Óla Johannesen sparkivøllin til at lata víðari til børnini og ungdómin á Tvøroyri og allari oynni, sum hann segði.
Eitt sindur av fólki varð komið saman, tá ið vøllurin varð handaður og aftaná fór allur riðilin inn í ítróttarhøllina at fáa okkurt leskiligt.