Børn og ung misbrúka ADHD-heilivág

Støðugt fleiri børn og ung í Danmark misbrúka ADHD-heilivág sum rúsevni, og talan er um børn niður í ellivu ára aldur. Tað skrivar Berlingske Tidende. Fyri fýra árum síðani varð fyrstu ferð staðfest, at fólk misbrúktu ADHD-heilivág. Í fjør vórðu 44 tilburðir skrásettir, og tølini vísa, at serliga nógv børn eru millum misbrúkararnar.

Kim Dalhoff, sum er yvirlækni á sjúkrahúsinum í Bispebjerg, sigur við Berlingske Tidende, at hann hevur varhugan av, at tað gongur sum rótasúpan millum børn og ung, at ADHD-heilivágur kann brúkast sum rúsevni.

Í Keypmannahavn hava tey fleiri dømi um, at ungfólk misbrúka heilivágin, og at onnur selja hann sum rúsevni. Samstundis vísa kanningar, at tey ungu taka ofta upp í tíggju ferðir so nógvan ADHD-heilivág, sum ein vanligur sjúklingur skal taka.