Børn og ung: Margarinfabrikkin - ein persónlig uppdagingarferð

TÍÐINDASKRIV

Margarinfabrikkin er virkishús fyri børn og ung í Tórshavnar Kommunu. Her eru virkin og dugnalig starvsfólk, ið hjálpa tykkum at uppdaga dygdir, ið kanska sjálvdan koma til sín rætt. Okkara besta amboð er tykkara skapanarevni, meðan sjálv menningin er málið í virkseminum hjá okkum í Marganrinfabrikkini. Børn og ung frá 3. flokki til 18 ára aldur kunnu nýta húsið. Harumframt skipa vit fyri almennum tiltøkum, so sum vælgerðarátøkum og stevnum av ymsum slag. Margarinfabrikkin er rús- og roykfrítt hús.

 

Umhvørvið

Hugburðurin er, at vit eru tað, sum vit nú einaferð eru. Øll duga ikki alt, og tað er í lagi. Vit halda at hetta jaliga umhvørvið er gott fyri nýggj vinabond og lærir tann einstaka tolsemi og at hava yvirkskot í samstarvi við onnur. Men vit læra eisini ymiskt praktiskt og listarligt arbeiði.

Starvsfólkini hava pedagogiskar, tøkniligar, listarligar og terapeutiska førleikar. Møguleiki er eisini fyri persónligari ráðgeving. Í góðum samstarvi við foreldrini, stjórnar Bogi Andreasen virkseminum í Margarinfabrikkini.

 

Til brúkaran

Gjøgnum spøl, dans, teldu, tónleik, matgerð, listarbeiði, kappingar, spontanar útferðir og annað, fært tú stuttleika og spenning í tilveruna. Tú kanst eisini leiga eitt venjingarhøli á loftinum, um tú og vinfólkini hava ein tónleikabólk. Húsið er rúmligt og eingin verður tvingaður til nakað. Men vit mæla til, at tú tekur lut í virkseminum, so øll eru saman um húsið.

Børn frá triðja til sjeynda flokki brúka húsið frá klokkan 11.30 til klokkan 17.00. Og so koma tey eldru aftaná. Fríggja- og leygarkvøld er opið frá klokkan 20.00 til 02.00. Onkur frávik eru tó frá hesum tíðum.

 

Finn tín innara dansara

Skráin 2008/09 er sera fjøltáttað. Her er skeið í dansi, og undirvísing í sangi og samanspæli. Droymir tú um at verða listamálari, gera mat í Sjónvarpinum, seyma brúdleypskjólar, ella at vinna spurnarkappingar í Útvarpinum, ja, so kann Margarinfabrikkin vera ein góð byrjan.

Hetta skeiðið eru eisini konsertir á skránni. Men eisini onnur nýggj og avbera spennandi tiltøk eru í umbúna, sum vent verður aftur til seinni. Gleð teg :o). Tað snýr seg um at hava tað stuttligt.

 

Hvussu sleppur tú á liðið?

Tað er sera einfalt. Tú fært eitt limaskjal á Margarinfabrikkini, sum tú letur foreldrunum at fylla út og skriva undir. Árligi kostnaðurin er 300 krónur. Nærri upplýsing fæst við at venda sær til Margarinfabrikkina.

 

MARGARINFABRIKKIN

Magnus Heinasonargøta 12

Postsmoga 342

110 Tórshavn

Tlf.: 302119

Mail: farbrikkin@torshavn.fo

www.margarinfabrikkin.fo