Børn og ung fáa ikki egna psykiatriska seingjardeild

Stórir batar vera tó í mun til verandi støðu, sigur Sirið Stenberg.

Tá psykiatriski depilin flytur oman í nýggja H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, verður framvegis eingin egin seingjardeild til børn og ung við sálarligum trupulleikum.

 

Tað kemur greitt fram í svari, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur givið Kaj Leo Holm Johannesen, tingmanni fyri Sambandsflokkin.

 

Kaj Leo Holm Johannesen spurdi landsstýriskvinnuna, um tað í nýggja bygninginum verður ein egin seingjardeild fyri barna- og ungdómspsykiatriina. Løgtingsins umboðsmaður var í fjør á eftirlitsvitjan á psykiatriska deplinum og fanst tá at, at børn undir 18 ár vóru løgd inn saman við vaksnum.

 

Sirið Stenberg svarar, at avgerð er tikin um, ikki at gera eina serstaka barna- og ungdómspsykiatriska deild í nýggja bygninginum.

- Royndirnar hesi árini barna- og ungdómspsykiatriin hevur verið virkin á Psykiatriska deplinum vísa, at tørvur er á innleggingum, men at hesin tørvur er ikki stórur. Um vit samanbera lutfalsliga við miðaltøl úr Danmark, so er tørvur á millum einum og tveimum seingjarplássum til børn og ung. Tað ber illa til at gera eina so lítla seingjardeild á einum sjúkrahúsi, sigur Sirið Stenberg.

 

Hon sigur tí, at stórir batar vera á økinum í mun til verandi seingjardeild.

- á nýggja deplinum vera munandi betri møguleikar at gera smærri eindir inni á deildunum, sum merkir, at til dømis ung, sum hava tørv á innleggjan kunnu skermast frá øðrum, sum eru innløgd, sigur Sirið Stenberg.

 

Hon vísir eisini á, at allar seingjastovurnar eru einastovur við baði og vesi, og at til ber at skildra av, so at ein ella tvær stovur kunnu gerast ein serlig eind, um tørvur er á tí.

- Harumframt eiga vit at umhugsa aðrar møguleikar, eitt nú, at børn- og ung kunnu verða innløgd heima við hús, og at starvsfólkini verða flytfør á tann hátt, at tey fara út í heimið at taka sær av teimum ungu, svarar løgtingskvinnan.