Skúlin í Hvalba er so illa plágaður av blámusoppi, at bæði børn og lærarar eru send til hús. Bæði hósdagin og fríggjadagin í seinastu viku fingu lærararnir og næmingarnir í frí.
Í gjár fóru tey aftur í skúla, men í morgun sendi skúlastjórin øll heim, tí nógvi vindurin gjørdi, at innluftin var verri enn nakrantíð.
Tey hava leingi havt varhugan av, at okkurt var í luftini, og tey kendu modnaroyk. Tá ið so brotið varð upp undir pallinum í fimleikarhøllini, sást, at har var vátt, og soppur er staðfestur.
Í seinastu viku varð farið undir at vaska, og maskina er sett inn at turka.
Elsa Birgitta Petersen ivast í, um til ber at vera í skúlanum, so leingi sum soppurin ikki er bastur.
Kommunan er farin at drena rundan um skúlan.
Nógvar ábøtur eru gjørdar á skúlan, men spurningurin er, um tær ikki hava bíðað ov leingi, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Nú stendur til kommununa, hvussu hon ráðfestir at gera neyðugu ábøturnar á skúlan.
- Eitt gott er, at henda kommunan hevur ráð at lata hetta arbeiðið gera. Tað hava langt frá allar aðrar kommunur, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Myndin er av hurðini til fimleikarahøllina, sum ser seglað við klisturbandi.