Ein heilt serlig hugnaløta var í Tilhaldinum í Havn týsmorgunin. Tað serstaka við tí var, at hendan morgunin vóru ikki bara eldri fólk savnað og ikki bara havnafólk. Børn úr øðrum flokki úr Kommunuskúlanum vóru komin á vitjan, og eisini ein bólkur av skotum, sum eru her í sambandi við ta skotsku vikuna, sum er í Havn hesa vikuna.
Hendan skotska vikan er ein liður í vinarbýarsamstarvinum millum Aberdeen og Tórshavn.
Ferðalagið kom til Havnar mánakvøldið og tað fyrsta, sum tey upplivdu í dagsljósi í Havnini, vóru hesar avbera fittu barnarøddirnar, sum sungu bæði á føroyskum og enskum fyri teimum.
Hugnaløtan byrjaði klokkan tíggju. Skotarnir vóru nakað seinkaðir, men hini byrjaðu bara, tí børnini høvdu ein buss at náa, sum skuldi koyra tey heim aftaná. Børn og gomul sungu fyrst Nú vakni øll úr svøvni glað og Nú hitar sólin bjarta úr einum sanghefti við nógvum vøkrum og kendum sangum í. Síðani varð Faðir vár biðið.
So komu skotarnir, meðan tann triði sangurin varð sungin.
Jákup Lindenskov beyð teimum at vera hjartaliga vælkomnum og segði millum annað, at hetta var ein heilt serligur dagur í Tilhaldinum, tí at hetta var fyrstu ferð, at Tilhaldið hevði fingið so forkunnuga vitjan.
Fegnir skotar
Skotarnir, sum vitjaðu Tilhaldið hendan dagin, vóru sum sagt komnir til landið kvøldið fyri. Ein talskvinna hjá teimum segði, at tey vóru sera fegin um hendan møguleikan at vitja Tilhaldið. Tí tað eru seks eldri fólk í teirra ferðalagi, og á hendan hátt kendu tey tað, sum at samfelagið lat seg upp og lovaði teimum at luttaka í tí.
? Børnini eru avbera fitt, og tey syngja sum einglar, segði hon.
Hon greiddi frá, at skráin hjá teimum er tættpakkað líka til hósdagin, tá leiðin gongur aftur til Aberdeen.
Beint eftir hugnaløtuna gekk leiðin hjá teimum flestu niðan í SMS, har skotska vikan varð sett.