Børn og barnavognar í Nólsoy 1941

Hendan myndin er tikin niðri á keiini í Nólsoy í 1941.

Fýra børn eru í hvør sínum vogni - tríggir dreingir og ein genta. Dreingirnir í vognunum gjørdust kendir raskir menn, allir gjørdust teir skipaeigarar og lutvíst reiðarar. Gentan giftist til Sørvágs.

Børnini í vognunum eru: (fremst á myndini og í raðfylgju): Jens Poulsen, Fríðbjørg Danielsen, Sigmundur Jacobsen og Hergeir Jacobsen.

Genturnar, ið trilla hendan dagin, eru f.v.: Annika, Heinina, Poulina og Rannvá (Diddan).

Myndaeigari: Annika Nielsen