Klaksvík: Seinnapartin leygardagin ýldi óført í gøtunum í Klaksvík, har allir sløkkiliðsbilarnir í býnum vóru á ferð. Orsøkin var hvørki eldur ella nøkur vanlukka, men hinvegin ein hátíðardagur hjá sløkkiliðnum.
Klaksvíkar Sløkkilið gjørdist í gjár fimti ár, og hendan stóra dagin hildu sløkkiðsmenninir leygardagin.
Børnini í býnum vórðu boðin á sløkkiliðsstøðina og upp í bilarnar, og nógv vóru tey, sum gjørdu sær dælt av hesum. Eini 500 børn vóru ein túr við onkrum av sløkkiliðsbilunum, og fitt av foreldrum høvdu eisini leitað sær fram við sløkkiliðsstøðini, har eitt kaffiborð var sett upp.
Seinni í hesi vikuni fer sløkkiliðið at hava eitt borðhald fyri sløkkiliðsmonnunum og ymsum stovnum og feløgum, sum sløkkiliðið samstarvar við.
Trúfastir
Síðani Klaksvíkar Sløkkilið var stovnað fyri 50 árum síðani, hava 72 mans - og eingin kvinna - verið í sløkkiliðnum.
- Sløkkiliðsmenninir hava verið sera trúfastir, og tí hevur lítil útskifting verið í sløkkiliðnum, sigur Kári Kjelnes, leiðari.
- Tað eru vanliga hondverkarar í býnum, sum hava verið í sløkkiliðnum, men vit seta krøv til allar okkara mans, um at teir taka roykkavaraskeið, og summir hava tikið ymisk onnur skeið.
Umframt at verða boðsent til eldsbrunar í Norðoyggjum, verður sløkkiliðið í Klaksvík eisini boðsent til vanlukkur á sjógvi og landi. Í sløkkliðnum eru froskmenn, sum verða sendir út til vanlukkur á sjónum, og sløkkiliðið hevur eisini útgerð, sum kann brúkast í sambandi við ferðsluvanlukkur. Harafturat er sløkkiliðið eisini altíð á ferð, tá ódn ger um seg.
Nýggjan bil
Klaksvíkar sløkkilið hevur tríggjar sløkkiliðsbilar, sum verða brúktir í sambandi við uppgávurnar hjá teimum, men ein gamal sløkkiliðsbilur er eisini framvegis at finna á sløkkiliðsstøðini, og leygardagin var hann tikin út at halda føðingardagin. Hesin bilurin er gamal, men er í góðum standi.
Ein nýggjur bilur er á veg til sløkkiliðið í Klaksvík, og hann skal millum annað brúkast í sambandi við vanlukkur á sjónum og stormskaðar.
Hesin bilurin skal avloysa ein annan av teimum gomlu bilunum hjá sløkkiliðnum.