So er enn ein ensk mannlig antihetja endað í botnleysu familjusuppuni í bókini Det bedste en mand kan få. Hetta er fyrstu ferð enski journalisturin John O Farrel verður útgivin á donskum, og sjálvt um bókin upprunaliga kom út í 2000, er lítið broytt hjá ørkymlaða familjupápanum.
Høvuðspersónurin Michael Adams ger jinglar til lýsingarfilmar, og býr í London saman við trimum vinum. Halda vit, inntil tað vísir seg, at Michael faktiskt hevur konu og trý børn, sum hann skal eitast at búgva saman við. Hann tímir bara ikki serliga væl at vera saman við familjuni, har hann mest sum kennir seg sum træl. So hann billar konuni inn, at hann arbeiðir dag og nátt í sínum studio. Í veruleikanum liggur hann og dovnast, spælir telduspøl, drekkur øl og etur junk food saman við vinunum. Sum hann sigur: Smá børn eru keðilig. Tað eru tey also!
Sjálvandi má okkurt henda. Og tað ger tað eisini, tá vit sum frá líður hoyra útgávuna hjá konuni av søguni. Men áðrenn og aftaná er bókin rættiliga undirhaldandi við sínum fynduga, ónda, bretska humori.
Vit kenna hetta slagið av enskum antihetjum eftirhondni frá filmum og bókum. Men Michael tykist hóast alt munandi meir menniskjaligur enn teir einstáttaðu nørdarnir, vit hava sæð í til dømis bókunum hjá Nick Hornby.