Børn missa endurgjald fyri gíslatøku

Myndugleikarnir í Russlandi hava gjørt av, at 30 gíslar, sum sluppu til rýmingar úr skúlanum í Beslan, skulu missa endurgjaldið

30 skúlabørn, sum vóru so heppin at sleppa til rýmingar úr skúlanum í russiska býnum Beslan, tá yvirgangsmenn tóku skúlan tann 1. september í fjør, noyðast nú í rættin.
Nakað eftir at gíslatøkan var av, samtyktu russisku myndugleikarnir, at tey børnini, sum sluppu frá atsóknini á lívi, skuldu fáa slakar 10.000 krónur í part sum endurgjald frá tí alnmenna. Tey 30 børnini, sum sluppu til rýmingar, fingu eisini endurgjald, men nú hava myndugleik-arnir boðað frá, at teir skulu hava pengarnar aftur frá teimum 30 børnunum.
- Teir næmingarnr, sum vóru so hepnir at sleppa úr skúlanum, fingu ongan skaða og vóru ongantíð gíslar. Tí eiga teir at rinda pengarnar aftur, sigur ein talsmaður hjá myndugleikunum við blaðið Gazeta.
- Tað má sigast at vera smáligt av myndugleikunum at taka eina slíka avgerð, og tað er ófatiligt, at teir ætla at draga børnini ígjøgnum eitt rættarmál, sigur Lida Komajeva, varablaðstjóri á einum blaði í Beslan. Hon sigur, at málið verður nú sent russiska mannarættindaumboðsmanninum.
Lida Komajeva sigur við Aftenposten, at tey flestu børnini í Beslan eru farin aftur í skúla, men nøkur orka ikki, og vey liggja framvegis á sjúkrahúsi, sigur hon.