Børn mennast betur á stovnum

Dagstovnar eru betri fyri smábørn enn ansing heima, vísa norskar og svenskar kanningar. Á stovninum læra børn, hvussu tey skulu klára seg sosialt og í aðrar mátar, og tað er har tey finna vinirnar. Alt hetta hevur týdning fyri, hvussu tey klára seg seinni í lívinum.

Eftir øllum at døma er tað ein mýta, at børn hava tað best við at ganga heima hjá mammuni. Eingin ivi er um, at tað er við teim bestu ætlanunum, at mamman ella pápin velja at vera heima hjá børnunum meðan tey eru lítil. Politikararnir fegnast og tað sama gera tey sum mynda áskoðanina í fjølmiðlunum.

Men tað letur til, at børn ikki neyðturviliga hava tað best við at vera heima. Úrslit av kanningum í Noregi og Svøríki benda nevniliga á, at pedagogar hava ein týdningarmiklan leiklut í lívinum hjá børnum og at børn mennast nógv betri við at ganga í dagsstovni enn at vera heima millum teir fýra veggirnar.

Tá ið serfrøðingar kunnu viðmæla, at børn eiga at verða ansað uttan fyri heimið, er tað við støði í nøkrum granskingarverkætlanum, sum hava verið gjørdar gjøgnum nógv ár. Og sambært kanningunum er eingin ivi um, hvørjar dygdir eru í dagstovnunum. Bengt-Erik Andersson, sum er professari á svenska læraraháskúlanum hevur í fleiri ár kannað menningina hjá børnum líka til tey eru 17 ár, og hann boðar frá heilt greiðum úrslitum. Í kanningunum hevur hann borið menningina hjá børnum, sum ganga í dagstovni og børnum, sum ikki ganga í dagstovni saman. Viðurskifti sum skúlakunnleiki, hvussu viðkomandi tillagar seg skúlan og hvussu viðkomandi er sosialt umframt annað, sum hevur týdning í uppvøkstrinum. Og úrslitini tala fyri seg.

- Longu fyrsta skúlaárið var heilt týðiligur munur millum bólkarnar. Á øllum økjum kláraðu børnini, sum hava gingið á dagstovni seg betri, sigur Bengt-Erik Andersson.

Tilsvarandi kanningar, sum vórðu gjørdar, tá ið hesi børnini komu í sætta og níggjunda flokk vístu, at munurin millum hesar bólkarnar av børnunum bara gjørdist størri. Við øðrum orðum tey sterku gjørdust sterkari, tey veiku veikari.

- Børnini frá dagstovnunum vóru heilt greitt nógv betri fyri, sigur Bengt-Erik Andersson.


Jú fyrr jú betri

Ein onnur niðurstøða av kanningini er, at tey børn sum fáa mest gagn av dagstovnunum eru tey, sum byrja tíðliga. Longu áðrenn børnini verða ársgomul hava tey fyrimun við at byrja í vøggustovu. Svenska kanningin vísir, at møguleikarnir hjá børnum at mennast á øllum menningarstigum eru væl betri um børnini byrja sum heilt smá.

Bente Sorgenfrey, sum er forkvinna í BUPL, ið stendur fyri Børne- og Ungdomspædagogernes Landsforbund, leggur serligan dent á vinabondini, sum verða knýtt í dagstovnunum. Tey hava stóran týdning fyri menningina seinni. Hon heldur, at tað er í teimum fyrstu árunum, at børnini byggja týdningarmesta førleikan upp.

- Samstarvsevni eru av stórum týdningi fyri nútíðarmenniskju. Í framtíðini ber ikki til at fáa arbeiði, um ein ikki dugir at samstarva, sigur Bente Sorgenfrey.

Sambært Bente Sorgenfrey menna dagstovnarnir eginleikar sum kreavitet, nýfikni, sjálvsvirði, hugflog og førleikan til at duga at velja. Hon metir, at hesir eginleikar eru altavgerandi alt lívið.


Møður við týdningi

Ikki bert dagstovnarnir hava týdning fyri, hvussu børnini klára seg. Svenska kanningin peikar á onnur viðurskifti, sum øll hava eina ávirkan á framtíðina. Eitt nú hevur útbúgvingarstigið hjá mammuni sera stóran týdning.

Júst ávirkanin frá mammuni á barnið er kannað av Ellen Hartmann, ið er professari í sálarfrøði í Noregi og sum arbeiðir við eini líknandi verkætlan. Eins og Bengt-Erik Andersson er hon komin fram til somu niðurstøðu, ið sigur, at børn, ið hava gingið á dagstovni hava nógv betri útlit heilt upp til tey eru vaksin. Tey fáa betri útbúgvingar og klára seg betri sum heild enn javnaldrarnir, sum hava verið heima hjá mammuni.

Norska kanningin leggur eisini stóran dent á ávirkanina mammurnar hava á teirra børn. Hartmann kannaði í síni kanning, hvussu væl mammurnar dugdu at vísa og læra børnini ymiskt, ið hoyrir uppalingini til. Úrslitið av hesum var eins merkisvert og eyðsýnt sum uppihaldið á dagstovni. Tey børn, hvørs møður dugdu best at læra børnini upp, kláraðu seg í miðal nógv betri enn restin upp gjøgnum ungdómsárini og seinni.


Lítla ávirkan

At ávirkanin frá dagstovnauppihaldi røkkur so langt inn í framtíðina hongur neyvt saman við, at innførslan til skúlan hevur alstóran týdning fyri, hvussu restin av skúlatíðini verður. Ellen Hartmann undirstrikar, at teir eginleikar, sum barnagarðurin gevur børnunum, geva bestu byrjanina til skúlatíðina.

Hóast viðurskifti og uppaling hjá børnum hava verið í andgletti seinni árini hava úrslitini frá hesum kanningum ikki havt stóru ávirkanina á samfelagsgongdina. Í Noregi var granskingin hjá Ellen Hartmann fyrstu árini brúkt sum grundgeving fyri at økja um talið á barnagørðum. Men eftir síðsta stjórnarskiftið hevur politikkurin broytt kós. Í staðin hevur stjórnin valt at geva foreldrum 3000 krónur um mánaðin fyri sjálv at ansa børnum - tað vit rópa kontantgjald.

Í Svøríki hava myndugleikar givið úrslitunum frá hesum kanningunum gætur. Bengt-Erik Andersson greiðir frá, at politisku flokkarnir í miðjuni og vinstraflokkarnir hava tikið úrslitini til eftirtektar, meðan flokkar við meiri tradisjónellari familjuvinarligari hugmyndafrøði hava valt at sæð burtur frá úrslitunum.

Í Danmark hevur ikki so nógv verið at hoyrt um úrslitini frá hesum kanningum og leiðarin á BUPL, Bente Sorgenfrey, eftirlýsir eini danskari gransking á økinum.

- Úrslitini eru áhugaverd, tey gera meg als ikki ovfarna, sigur hon.

Familjupolitiski orðførarin í Kristiliga Fólkaflokkinum í Danmark, Jann Sjursen, ivast í trúvirðinum í kanningunum.

- Eg trúgvi ikki, at børn sum verða ansað av foreldrunum eru verri fyri í menningini enn onnur.

Hann heldur, at familjurnar skulu sjálvar finna fram til, hvat er best fyri børnini. Dagstovnar eru ikki einasta loysnin, spælistovur eru eitt annað tilboð.

Ellen Hartmann er ikki samd í hesum.

- Tað týdningarmesta er dygdin. At útbúgvið starvsfólk eru á stovnunum hevur altavgerandi týdning fyri, hvussu tilboðið á stovninum er, sigur hon.

Bæði svenska og norska kanningin taka støði í, at starvsfólkini á dagstovnunum eru útbúgvin á økinum. Sambært serfrøðingunum er tað teirra ávirkan, sum ger størsta munin millum ymsu bólkarnar av børnum.


tk/leysliga úr Aktuelt frá 17.12.98