Børn møtast í sorgini

Børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin, kunnu nú hittast og tosa við onnur í somu støðu, nú sjálvhjálparbólkurin Berin aftur er farin til verka.

Í bólkinum fáa børnini og tey ungu hjálp, so tey betri gerast før fyri at handfara sorgina yvir mista foreldrið ella systkini.

Við serkønari hjálp og vegleiðing, práta tey saman um felags upplivingar, kenslur og tankar.

Á henda hátt hava tey sum frálíður størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.

Sjálvhjálparbólkurin bleiv stovnaður í 2003, og higartil hava millum 200-300 børn og ung ymsa staðni úr Føroyum verið við.

Børnini og tey ungu møtast aðru hvørja viku kl. 16-18 í hølunum hjá heilsusystrini í Eysturskúlanum.

Aldurin fyri luttøku er 8 ár og eldri.

Tey, ið hava áhuga í at vita meira, eru vælkomin at hyggja inn á heimasíðuna hjá Beranum www.berin.fo