Børn í Lillehammer gjørdu kavagentur

Fyrrapartin í dag legðist kavi fleiri staðni á norska eysturlandinum, men sambært veðurmonnum verður lýggjari veður á leiðini longu í morgin Rættiliga tíðliga at síggja børn gera kavagentur og kavamenn.

Lesarin hevur ivaleyst longu gáað eftir, at myndin er ikki úr Føroyum, men úr Noregi.

Fyrrapartin í dag legðist nakað av kava fleiri staðni á norska eysturlandinum.

Í Lillehammer legðist so mikið av kava, at børn kundu gera sær kavagentur og kavadreingir.

Gleðin var stór hjá børnunum, vit síggja á myndini.

Veðurmenninir siga lýggjari veður á leiðini longu í morgin, og tí er ikki væntandi, at gleðin hjá børnunum hesa ferð verður so drúgv.

Neyvan standa hesar kavagenturnar í morgin.

Tíbetur - siga helst fleiri.