Børn leika fyri børnum og fylla Havnina við sjónleiki

TíÐindaskriv

Fyrsta summardag, leygardagin 25. mai 2002, skipar MÁF fyri barnasjónleikarastevnu í Havn. Boðin á stevnuna eru øll 9-14 ára gomul børn í Føroyum, ið áhuga hava fyri sjónleiki, og sum arbeiða við sjónleiki, antin tað so er í skúlanum ella í frítíðini.
Børnini fáa her eitt frálíkt høvi til at spæla sjónleik fyri øðrum børnum og síggja sjónleik, ið onnur børn spæla.
Leikt verður bæði úti og inni. Børn og lærari gera sjálvi av, hvat leikt verður, men serliga er hugsað um, at bólkarnir sjálvir gera leik burtur úr søgn og søgu.
Barnasjónleikarastevnan varð á fyrsta sinni hildin í fjør, tá leikt varð úti og inni í miðbýnum í Havn, í Viðarlundini, Grasagarði og Sjónleikarhúsinum. Bólkarnir á barnasjónleikara-stevnuni í fjør vóru bólkur úr Kommunuskúlanum í Havn, bólkur úr Meginskúlanum á Sandi, úr Sjón-leikarskúli Havnar Sjónleikarfelags, Norðskála/ Oyrar Skúla og Sjónleikarskúlanum í Nólsoy.
Hóast hóttanir um verkfall og tiltøk í tí sambandi, sum gjørdu, at bólkar settust aftur, eydnaðist barnasjónleikarastevnan væl í fjør, og verða tað vónandi enn fleiri bólkar, ið tekna seg til tiltakið í ár.
Enn er ikki ov seint at tekna seg til stevnuna. Bólkar, ið ætla at verða við, kunnu tekna seg hjá MÁF í seinasta lagi 10. mars 2002.
Verður leikt uttandura, eigur at verða hugsað um at hava færri orð og gera meira burtur úr kropsmálinum.
Skúlarnir og sjónleikaraeløgini bera sjálvi kostnaðin av ferðing, uppihaldi og mati.
Til ber at fáa hjálp og vegleiðing frá Biritu Mohr hjá MÁF og Gunnvør Joensen á Landsmiðstøðini. Hetta gerst við at ringja til Maluna Joensen á MÁF á tlf. 315624 ella at senda teldupost til maf@maf.fo. Opið er mánadag og týsdag frá kl. 10 til 15, mikudag frá 13-18, hósdag og fríggjadag frá 10-15.