Børn kunnu hjálpa fátøkum børnum

Christmas Child-tiltakið í Føroyum fer aftur í ár at skipa fyri innsavnan av skógvaeskjum, sum verða fyltar við gávulutum og latnar neyðstøddum børnum úti í heimi.

Hetta er fjórða árið, at skipað verður fyri hesum tvørkirkjuliga tiltaki. Seinasta ár vórðu 3000 eskjur sendar avstað.


Operation Christmas Child hevur til endamáls at geva neyðstøddum børnum eina jólagávu, soleiðis at tey kunnu uppliva, at onkur hugsar um tey. Tað eru fleiri milliónir børn kring heimin, sum ikki hava tað gott og sum ongan góðan eiga. Tá hesi børn fáa eina jólagávu uttan treytir, kann tað skapa tað eina vón í teirra hjarta um, at kærleiki og umsorgan finst á jørð.


Okkara sannroynd er, at orðini í halgubók “Sælari er at geva enn at fáa” eru sonn. Tað er gott at læra børnini at geva og ikki bert hugsa um egnar tørvir.


Øll kunnu verða við í tiltakinum Operation Christmas Child. Tað einasta man skal gera er, at fylla eina skógvaeskju við gávulutum og gjalda 30 kr fyri flutning til móttakaran av eskjuni. Treytir eru fyri, hvat ein kann koyra í eskjuna. Hetta er nærri lýst í faldara hesum viðvíkjandi.


Í ár hava fyrireikararnir eisini heitt á skúlar kring landið um at børnini kunnu vera við í Christmas Child-tiltakinum.


Freistin at lata inn skógvaeskjur í ár er sett til 28. oktober. Tey sum ynskja at luttaka í Christmas Child-tiltakinum eru vælkomin at venda sær til Duritu Djurholm á telefon 316099.