Børn kunnu fáa skaða av krígsmyndum

Børn, sum síggja ógvusligar sjónvarpsmyndir úr Gaza, kunnu fáa sálarligan skaða av hesum. Tað sigur sálarfrøðingur Anne-Sophie Dybdal, sum er sálarfrøðingur hjá felagsskapinum Red Barnet heldur, at myndir av deyðum børnum og fólki, sum hava mist likamslutir, kunnu koma illa við hjá børnunum.

- Vit vita, at serliga yngri børn hava ikki gott av at síggja myndir av krígsoffrum. Tað gevur teimum eina kenslu av verða óvvard, og tey kunnu eisini gerast ill inn á tey vaksnu, tí tey skilja ikki, hví slíkt kann henda, sigur Anne-Sophie Dybdal við DR.

Hon mælir foreldrum til at tosa við børnini, um tey síggja óvusligar krígsmyndir, tí tað hjálpir teimum at skilja støðuna og kenna seg trygg.

- Tað er umráðandi, at sjónvarpsmyndirnar ikki sleppa at standa einsamallar, sigur Anne-Sophie Dybdal við DR.