Í samband við at útbyggingin er liðug, bjóðar Delta Seafood á Tvøroyri til opið hús 1. apríl kl. 15 - 18 .
Á skránni verður: Magnus bjóðar vælkomin Drós spælir klaver Rundvísing og Marner greiðir frá, tá Delta varð sett á stovn Árini frá 1995 til 2017 - ymiskt søguligt tilfar - nøgdir, lønir, arbeiðsfólk, avreiðingar v.m. Myndaframsýning.
Kári Jespersen, søgufrøðingur hugleiðir - hvønn týdning hevur Delta havt fyri Tvøroyri, Suðuroynna og Føroyaland. Framsýning av ymsum fiskasløgum og skeljadjórum Børnini sleppa at royna trukkarnar. Tað er Bubu, ið skipar fyri, og hann sker eisini lippur, uggar og annað við børnunum.
Møguleiki verður at síggja, hvussu vit - framleiða saltfisk - skera kjálkar og lippur - flekja ein fisk.
Avdúking av hvør navngav Delta og hví júst hetta navnið er valt. Smakkiroyndir av saltfiski til børn og vaksin og fiskasuppa, søtt til góman.