Børn hjálpa børn­um í Klaksvík

– Leygardagin 29. mars mugu klaksvíkingar minn­ast til at hava pening tøkan, tí tá skipar ABC barnahjálp fyri hurð til hurð innsavning í Klaksvík. Tað vera børn saman við vaksnum, sum frá klokkan 13.00 fara at savna inn undir heitinum Børn hjálpa børnum

Soleiðis heitir ABC barn­a­hjálp á for­eldur í Klaksvík um at tekna seg at hjálpa til við innsavningini sam­an við børnum sínum. Inn­savningin er eitt gott høvi hjá foreldrum at gera nakað øðrvísi og gott saman við børn­unum.

Tey, sum ynskja at hjálpa til við innsavningini, kunnu ringja til ella skriva til ABC barna­hjálp á telefon 222585 ella skriva til abc@abc.fo. Eisini ber til at tekna til gjøgnum Facebook.

Inn­savn­ara­rnir skulu møta í hølunum hjá ABC bar­n­­­ahjálp, leyg­ar­dag­in 29. mars kl. 12.00, har tey fáa eina bússu og eina rutu at ganga ef­tir.

Innsavningin Børn hjálpa børnum, sum byrjar kl. 13.00, er til frama fyri børn á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp í Monrovia í Liberia og børnunum í skúl­a­num í Dakar í Senegal.

Hetta er fyrstu ferð, at ABC barnahjálp skip­ar fyri hurð til hurð inn­savn­ing. Til­takið er ein roynd­ar­verk­ætlan, sum er sam­skip­að saman við Monicu í Hol­usteini. Monica er í starvs­roynd hjá ABC barna­hjálp í sambandi við út­búgving sína ”3K” á Dia­kon­is­se­stift­el­sen á Frederiksberg. Ætl­anin er so við og við at víðka innsavningina til at fevna um alt landið.