Børn á harmoniku

Hósdagin í síðstu viku høvdu musikkskúlanæmingar, ið spæla á akkordeon - ella betri kent sum harmonika - konsert fyri foreldrum og øðrum avvarðandi Konsertin varð hildin á loftinum í musikkskúlanum í Havn.

 

Ljóðførið akkordeon er tað nýggjasta undirvísingartilboðið innan musikkskúlaskipanina. Børnini skulu helst vera umleið átta ára gomul ella kanska nakað eldri, tá tey byrja at læra at spæla akkordeon.

 

Lærari er Anna Huedepohl, sum upprunaliga er úr Týsklandi. Hon hevur tónleikaútbúgvingar bæði sum solistur og musikklærari frá »Det jyske Musikkonservatorium« í Århus.

 

Anna starvast í Havn, Klaksvík og Eysturoy, og undirvísir eisini í vanligari harmoniku.