Børn gerast klók av føði úr havinum

Jákup Petersen
????
Ein stór bretsk kanning vísir, at fyrimunirnir við at eta føði úr havinum eru nógv størri en vansarnir sjálvt um kyksilvur er í. Hetta er galdandi bæði fyri barnið í módirlívi og smábørn.

Áhugaverd bretsk kanning
Kanningin telur meira enn 7.421 børn fødd í Onglandi í 1991 og 1992. Hon stendur at lesa í Epidemiology - vol 15, nr. 4, juli 2004. Her varð funnið, at barnakonur sum ótu fisk við kyksilvur í, fingu børn við betri evni at tosa og samrøða enn børn til mammur sum ikki høvdu fingið henda fisk undir graviditetinum. Kanningin vísti eisini betri heila evni hjá børnum sum ótu fisk við kyksilvur í mótvegis teimum sum ikki ótu fiskin. Hetta varð t.d. galdandi tá børnini vóru umleið 18 mánaðir gomul. Kanningin heldur áfram.
Her er so aftur eitt tekin um stóru nyttuna av at eta føði úr havinum, sjálvt um hon inniheldur kyksilvur. Hesuferð umfatar kanningin eisini inntøku av kyksilvuri undir graviditeti. Sum tey flestu helst vita, so hevur kyksilvur altíð verið í havføði og meginparturin av tí kyksilvur, sum er í havinum kemur jú frá vulkanskum aktiviteti á havbotninum. Nógv bendir á, at nøgdin av kyksilvur í havinum ikki hevur broytt seg stórvegis í langa tíð.
Sum áður sagt, so hevur onki barn í Føroyum fingið skaða av, at mamman hevur etið grind. Hinvegin hava fleiri børn fingið skaða av øðrum ársøkum undir graviditeti. Eg kann nevna nógvar av teimum veruligu vandunum hjá barnakonum og teirra børnum, men lat meg hesuferð bert nevna royking.

Veruligu vandarnir
Helst er tað so, at eini 15 - 20% av barnakonunum í Føroyum roykja í størri ella minni mun. Kanningar um allan heim hava víst, at hetta er sera vandamikið fyri lív og heilsu hjá ófødda og eisini fødda barninum.
Um barnakonan roykir er øktur vandi fyri, at barnið verður gitið uttanfyri lívmóðirna og krevst í hesum føri oftast skurðviðgerð fyri at taka hetta burtur. Roykir barnakonan er harafturat dupult so stórur vandi fyri, at móðurkakan liggur á skeivum staði ella at hon loysnar. Her kan so verða vandi fyri lívinum bæði hjá móðir og barni. At enda er so eisini øktur vandi fyri deyðføddum barni og ógvusligari bløðing.
Roykir barnakonan er vandin fyri at barnið verður føtt við lágari vekt øktur til tað dupulta. Harafturat økist vandin við 30% fyri, at barnið verður føtt áðrenn tíðina. Øktur vandi er eisini fyri, at barnið verður føtt við ganespaltu. Nevnast skal at børn við lágari føðivekt hava øktan vanda fyri at blíva spastisk, heilaveik, trupuleika við at læra og hava harafturat ein øktan vanda fyri at doyggja sum nýføðingar.
Børn hjá roykjandi barnakonum líða dupult so ofta vøggudeyðan enn onnur og hava annars øktan vanda fyri asthma, innlæringar- og atferðar trupulleikum.
Heldum mamman á at roykja heima er pinkubarnið harafturat í øktum vanda fyri lungatrupulleikum, bruna í oyrunum, asthma og til tíðir (um mamman roykir nógv) fáa trupuleika við vamli, spýggju, búkpínu og diarre. Hesi børn hava millum 30 og 40% øktan vanda fyri at verða innløgd á sjúkrahús við lungnabruna fyrsta liviárið.
Hetta er ein av teimum veruligu vandunum hjá fostrum og pinkubørnum sum eg skrivaði um tann 31. januar. Hetta er ein av vandunum sum hevur verið atvoldin til óbótaligan skaða hjá fleiri føroyskum børnum. Ikki kyksilvur, sum higartil ikki hevur skatt eitt einasta barn í Føroyum.