Reikandi um tún og teigar á Norðskála gongur riðil av smádreingjum. Hesir piltar eru eftir øllum at døma longu við at snara inn á tí vandamiklu kriminellu lívsleiðina. Talan er um 7-8 ára gamlar dreingir, sum longu í fleiri førum eru nevndir í løgreglufrágreiðingum.
Teir hava m.a. verið inni á virkinum hjá Løvubetongi undir Heygnum og oyðilagt fyri einar 15.000 krónur. Eisini hava somu piltar verið í einum neysti har norðuri og sora frá hond.
Løgreglan í Runavík er ikki í iva um, at nøkur av børnunum eru vanrøkt so tað stendur eftir í, og tískil hevur barnaverndnin á staðnum fingið litið uppí hendi at steðga hesi sorgarsøgu.