Jólahald
Hetta hevur verið fastur táttur á deildini øll tey seinastu árini. Har hava tey spælt fyri børnunum og teirra avvarandi og víst, hvat tey hava lært. Og tað er ikki so lítið. Ikki kann sigast annað enn, at tey hava verið sera dugnalig, hesi ungu frá Musikskúlanum. Ymiskt hevur so verið, hvørji tól tey koma við og er spenningurin tí eisini stórur hvørja ferð. Í ár vóru tað so violinistar, sum spældu jólaløgini á barnadeildini. Okkurt annað ár hava so verið guitarspælarar, floytuspælarar, kórsangarar og ta einu ferðina hornblásarar. Tá rungaði so eftir í, at fleiri av øðrum deildum komu á B4 at vita, hvat var á vási. So jólahald á B4 hoyrast.
Sera hugnaligt var at hoyra jólaløgini í ár eisini, til so tað bankar á dyrnar. Børnini bara gapa og eyguni vaksa, tá sjálvur jólamaðurin sæst uttan fyri rútin og síðani kemur sær innar, við posa á baki. Kjøtkrókur er blíður og góður við børnini. Tey minstu mugu røra við fyri at vita, um hann er ektaður. Hann heilsar vinarliga uppá børnini, eisini tey, sum ikki orka at koma upp. Øll fáa pakka, og fleiri verða avmyndað saman við jólamanninum.
Tá jólamaðurin er farin avstað aftur, hann skal vitja aðrastaðni henda dagin eisini, verður so alt gott at fáa á deildini, og bæði børn og vaksin kunnu fegnast um eitt frálíkt jólahald. Dansað verður um jólatræið og jólasálmar sungnir. At enda verður ynskt gleðilig jól og góðan betring, áðrenn systkin, avvarandi og vitjandi fara hvør til sín.
Tann, sum vitjar á B4 slíka løtu, fær skjótt eina kenslu av, at starvsfólkini á barnadeildini eru sera góð við børnini, og at tey eru sera kreativ og pedagogisk, og tað sæst so eisini aftur til jólahaldini. Pedagogurin Esther dugir ómetaliga væl at seta børnini í "sving", so tíðin ikki gerst ov long. Hon hevur eisini sera gott hegni at klippa og pynta, og tað sæst so eisini aftur á deildini, tá jólahald verður hildið har. Áhugavert verður at vita, hvørjar tónleikarar Musikkskúlin sendir út á barnadeildina komandi jól. Og um Kjøtkrókur vitjar. Livst so spyrst.