Børn í Føroyum nakað heilt serligt

Fleiri enn 1500 fólk tóku av møguleikanum og upplivdu eitt sera væleydnað tiltak á Hálsi í gjár, har bjóðað var til

tónleik, barnahugna og undirhald til alla familjuna.

At Erling og Jógvan, politistar, høvdu umsjónina á staðnum, gjørdi eisini sítt til, at alt gekk hampuligt fyri seg,

og at hvørki trokan ella rokan varð í samband við mongu framførslurnar og aktivitetirnar í høllini.

Hóast Vera er vell, Trølla Omman vill og klovnarnir stuttligir, so eru børnini í Føroyum nakað heilt serligt. Tað kundi

bæði vertir og gestir vera á einum máli um.