Øll børnini í tveimum skúlaflokkum í skúlunum í Sunda Kommunu, fara nú at fáa ókeypis barnabløð frá kommununi.
Í hesum sambandi hevur kommunustýrið nú samtykt at øll børnini í fyrsta flokki í skúlunum skulu fáa barnablaðið, Píka 7, fyri einki, og børnini í fjórða flokki skulu fáa barnablaðið, Strok fyri einki.
Hetta eru tvey barnabløð, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags, gevur út. Píka 7 er fyri tey yngru børnini, men Strok er fyri tey børnini, sum eru eitt sindur eldri.
Kommunustýrið í Sunda Kommuni sigur, at endamálið við at lata børnini fáa bløðini ókeypis, er at fremja málmenningina og lesihugin hjá teimum.