Børn elska vatnkríggj

Ein fastur táttur á Sjómannadegnum er vatnkrígg, sum gongur fyri seg millum børn umborð á skipum og bátum úti á vánni. Aftur í ár hevði hetta tiltak stóra undirtøku, og ein hópur av børnum vóru við í vatnkríggi á Klaksvíkini

Børn elska at spæla við vatn, og tað er ikki minni stuttligt, tá talan er um ”skipað” vatnkríggj, sum fastur táttur er á Sjómannadegnum í Klaksvík.
Eftir fiskikappingina, sum hildin varð á Kósabrúnni tíðliga fríggjakvøldið, har stúgvandi fult var av børnum, mammum og pápum, sluppu børnini í bjargingarvest – og síðan beina leið umborð á skip og bátar og út á vánna, har fløskupostar vórðu kastaðir.
Tá hetta varð fingið frá hondini, og skip og bátar vóru komin innaftur, var rættiligt vatnkríggj á breddanum.
Og tá vatnkríggj er á skránni, kemur rættiligt lív í. Tá eru tað ikki bara børnini, sum hugna sær, men eisini tey vaksnu, sum eru við børnum umborð á skipum og bátum.
Manningin á hjálpar-og vaktarskipinum Brimli var eisini ófør og var við til at gera børnunum hesa løtu ógloymandi. Brimil hevur stórar og effektivar pumpur og kundi tí spræna nógv vatn langt til himmals.
Nógv børn – og vaksin - fáa karm og gerast rennvát eina slíka løtu, men sum ein mamma segði: ”Tað ger einki, tí tað er jú Sjómannadagur...!”
Onkur, sum var komin av bygd, helt fyri, at klaksvíkingar eru løgnir. ”Fríggjakvøldið var turt í Klaksvík – men Guð hjálpi mær, um klaksvíkingar ikki júst eina slíka løtu fóru út á vánna at sproyta hvønn annan undir í vatni...”
Men hetta var altso bara sagt í skemti.