Børn doyggja av meslingum

Seinastu fjúrtan dagarnar hava meslingarnir gingið í einum parti av Somalia, og longu nú eru umleið hundrað børn deyð av sjúkuni, skrivar AP úr høvuðsstaðnum Mogadishu.

Ein somaliskur lækni sigur, at meslingarnir ganga í fleiri bygdum fram við ánni Shabelle. Meslingar eru í útgangsstøðinum ikki lívshættisligir, men rakar sjúkan børn, sum hava veikt mótstøðuføri, kann tað fáa álvarssamar avleiðingar. Sambært læknanum er tað júst tað, sum er hent í Somalia, har nógv børn hava veikt mótstøðuføri orsakað av vánaligum ella ov lítlum mati.

Somalia hevur framman undan ein tann størsta barnadeyðan í heiminum. Landsins politiska skipan hevur ikki virkað, síðani stjórnin hjá Siad Barre bleiv koyrd frá aftan á borgarakríggið í 1991. Í dag er landið býtt sundur í fleiri meiri ella minni sjálvsstøðug øki, sum stríðast við innanhýsis trupulleikar og ófrið.