Í Kina eru trettan pinkubørn deyð eftir at hava fingið vánaliga mjólk, og málið er nú við at gerast ein sonn gøla.
Myndugleikarnir hava tikið fimm fólk í landslutinum Anhui. Tey eru skuldsett fyri at hava gjørt mjólkina, sum skal hava verið so vánalig, at børnini stutt sagt doyðu eftir at hava fingið hana. Sambært myndugleikunum hava umleið 200 pinkubørn í Anhui fingið ta vánaligu mjólkina. Læknar á einum sjúkrahúsi í landslutinum siga seg ongantíð hava sæð so vánaliga mjólk. Teir siga, at í summum førum vigaðu seks mánaðar gomul børn, sum høvdu fingið mjólkina, minni enn ein nýføðingur. Hjá øðrum er høvdið vaksið skjótari enn kroppurin.
Tað er ikki greitt, um eitt ella eiturevni var í mjólkini, men sagt verður, at nøkur av teimum trettan børnunum doyðu bara tríggjar dagar eftir, at tey høvdu fingið mjólkina.