Tað eru fleiri, ið eru sjúk og liggja innløgd á jólum. Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum fjálgar um børnini og ger nógv burturúr høgtíðini.
- Tað er einki stuttligt hjá børnum at vera sjúk og innløgd, serliga ikki á jólum, sigur Hagstovan, sum hevur sett eina legobygd saman til børnini á Landssjúkrahúsinum.
Jólabygdin eitur Hagvík, og jóladagarnar kunnu børnini á barnadeildini hugna sær við Hagvík. Lítla bygdin er full av lívi og søgum um fólk.
##med2##
Søgurnar í bygdini verða stuðlaðar av viðkomandi hagtølum, ið verða dagførd beinleiðis úr hagtalsgrunninum:
Hvussu nógvir kokkar eru í býnum? Hvussu nógvir bilar eru? Hvussu nógv børn eru í barnagarđinum í Hagvík?
##med3##
- Hagtøl skulu upplivast, og børnini sleppa at telja og rokna og liva seg inn í søgurnar við hagtølum. Hagstovan ynskir teimum góðan og skjótan bata, og eini gleðilig og hugnalig jól, sigur Hagstovan.
##med4##