Klaksvík: Barnafamiljur, sum ætla sær at flyta higar, kunnu nú tekna børn síni til ansingarpláss frammanundan.
Hesin møguleikin hevur ikki verið áður. Men á býráðsfundi í farnu viku varð samtykt at broyta upptøkureglurnar fyri barnaansingina.
Hereftir verður skipanin soleiðis, at foreldur, sum hava ætlanir um at flyta til kommununa kunnu tekna børn teirra til ansingarpláss seks mánaðar áðrenn flutt verður í kommununa.
Kravið um, at foreldur skulu búgva í kommununi, áðrenn børn teirra kunnu koma á bíðilistan til barnaansing, hevur gjørt tað sera óliðiligt hjá teimum, sum hava ætlanir um at flyta higar.
Tí hevur verið neyðugt at gera hesar broytingarnar, upplýsir Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðari.
Neyðugt stig
Broytingin, sum nú er samtykt av býráðnum, snýr seg um at loyva foreldrum, ið hava ætlanir um at flyta til kommununa, at seta børn síni á bíðilista, áðrenn flutt verður.
Royndirnar hava víst umsitingini í Klaksvíkar kommunu, at tørvur er á, at foreldur fáa henda møguleika.
Tilmælið frá Sosialu Deild fekk eisini undirtøku frá fíggjarnevndini, áðrenn málið endaliga varð samtykt av býráðnum.
Tann broytta grein 1 í upptøkureglunum fyri barnaansingarskipanina er nú soljóðandi:
"Børn í aldrinum 0-9 ár kunnu koma á barnaansingarlistan hjá Klaksvíkar Býráð, um tey eru skrásett búgvandi í kommununi.
Tó kunnu ættleidd børn koma á bíðilistan, tá foreldur, ið ættleiða, kunnu vísa váttan, at teimum er ávíst serstakt barn.
Eisini kunnu foreldur, ið hava ætlanir um at flyta til kommununa, skriva seg á bíðilistan 6 mánaðir, áðrenn flutt verður til kommununa".