Børn av Hvítanesi eisini í vanda

Børnini á Hvítanesi mugu yvirum tveir av størstu vegunum í landinum fyri at koma til bussin, sum koyrir tey heim úr skúla

Eisini á Hvítanesi hava foreldrini stóran ampa av skúlavegnum. Børnini, sum ganga í Hoyvíkar skúla, brúka bussin í og úr skúla. Men nú bussleiðin er broytt, steðgar bussurin ikki longur við skúlan, men heilt niðri á Hvítanesvegnum. Tí mugu børnini ganga tvørtur um tveir av størstu vegunum í landinum fyri at koma til bussin. Fyrst tvørturum Vegin Langa, síðani oman eftir Mannbrekku, og til endans tvørtur um Hvítanesvegin.

Annemi Joensen er limur í staðbundnu nevndini fyri Hvítanes. Nevndin hevur fyrr arbeitt við akkurát sama trupulleika, sum tá varð loystur, eftir tógvið stríð. Hon sigur, at børnini eru liðug við skúlan millum middagstíð og um trítíðina seinnapart.

- Tá ið eg hoyrdi, at bussleiðin aftur nú varð broytt, og at sama ruta enn einaferð er bend oman á Hvítanesvegin, hugsaði eg bara “áh nei, ikki aftur nú”, sigur hon. Og hon greiðir frá, at tey í fleiri ár hava biðið um eina gøtu millum Hvítanes og skúlan, so børnini kunnu ganga. Men enn einaferð er trupulleikin, at partur av skúlavegnum er landsvegur og hin kommunalur.

- Av Landsverki er svarið, at tey hava ikki ábyrgd fyri bleytari ferðslu, sigur Annemi Joensen, sum nú ætlar sær at senda kommununi skriva, har greitt verður frá støðuni.