Børge varð heiðraður

Børge B. Hansen fekk á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum serstaka gávu fyri virksemi sítt innan fótbóltin

Seinasti parturin av aðalfundinum hjá FSF var á skránni leygardagin.
Umframt formligu viðurskiftini, har serliga nevndarvalið var samrøðu evnið, hevði nevndin eisini gjørt av at sýna einum fyrrverandi nevndarlimi ein serligan heiður.
Børge B. Hansen var partur av FSF nevndini frá fyrsta degnum og fram til aðalfundin í fjør, tá hann í seinastu løtu trekti seg, heldur enn at fara í stríðsval ímóti Niklas á Liðarenda um næstformanspostin.
Tí fekk FSF ikki heiðrað honum ta ferðina, men á aðalfundinum hesaferð kundi fráfarandi formaðuri so biðja Børge koma upp eftir eini sømdargávu frá FSF.
Gávan var ein málningur, og lógvabrestirnir vóru nógvir og hvøllir, tá Børge kom upp at taka ímóti málninginum, sum hann nú kann hanga upp á veggin heima í stovuni.