FSF ÁRSAÐALFUNDUR
Eingin dramatikkur spurdist burturúr, tá ið mest spennandi punktið á dagsskránni til FSF aðalfundin leygardagin var á skránni. Feløgini og nevndin í Fótbóltssambandinum fingu ikki høvi at atkvøða, um tey vildu hava Børge B. Hansen ella Niklas á Líðarenda at verða næstformann.
Tá ið fundarstjórin, Petur Even Djurhuus, boðaði frá, at nú var val av næstformanni á skránni og samstundis nevndi, at valið stóð ímillum Børge B. Hansen og Niklas á Líðarenda, bað Børge B. Hansen um orðið. Tá ið hann var komin á pallin boðaði næstformaðurin, sum hevur verið partur av FSF nevndini síðani stovnanina í 1979 frá, at hann kortini ikki var valevni, og hann undirstrikaði, at avgerðin, sum hann hevði tikið fríggjakvøldið, var endalig.
Eftir hetta staðfesti fundarstjórin, at tað bara var eitt valevni, og at Niklas á Líðarenda harvið var nýggjur næstformaður uttan atkvøðugreiðslu.
Eingin møguleiki
Tveir dagar undan aðalfundinum segði Børge B. Hansen í Dimmalætting, at hann vildi hava fólkaræðið at standa sína roynd, og at hann sjálvandi fór at taka úrslitið av atkvøðugreiðsluni um næstformanssessin til eftirtektar. Men fríggjakvøldið hevði hann altso skift støðu.
Tað verður ikki sagt so nógv alment, men í práti við ábyrgdarpersónar, sum umboðaðu feløgini á aðalfundinum leygardagin, skilst, at valdysturin, sum hevði gingið fyri seg frá tí, at tað gjørdist greitt, at sitandi næstformaðurin hevði fingið eitt mótvalevni, gjørdist rættuliga intensur, sum síðsta vika leið. Fríggjakvøldið varð dúgliga ringt og agiterað.
Á aðalfundinum fyri fýra árum síðani var gongdin akkurát tann sama. Tá stríddust nakrir fyri at Mortan Poulsen skuldi vinna sessin frá Børge B. Hansen. Ta ferðina visti eingin, tá ið aðalfundurin byrjaði, um Mortan ella Børge fór at vinna atkvøðugreiðsluna. Meðan uppteljingin fór fram, hildu fundarluttakararnir ondini, og úrslitið var, at Børge B. Hansen varð valdur við einari atkvøðu meiri enn Mortan Poulsen.
Sum sagt so var eingin atkvøðugreiðsla leygardagin. At næstformaðurin ikki vildi vera partur av atkvøðugreiðsluni mundi komast av, at tað fríggjakvøldið varð greitt, at tap stóð honum í hendi. Sum tað skiltist á lagnum leygardagin, so høvdu í hvussu so er trettan ella fjúrtan feløg gjørt av, at tey skuldu atkvøða fyri Niklasi á Líðarenda. 20 av teimum 21 feløgunum vóru umboðað á fundinum (einki umboð var fyri Streym). FSF nevndin hevði eina atkvøðu, og harvið vóru 21 atkvøður tilsaman. Tí var tað minni eyðmýkjandi hjá næstformanninum at boða frá, at hann kortini ikki var valevni, enn tað hevði verið, um atkvøðurnar høvdu havt verið upptaldar.
Á fundarluttakarum leygardagin skiltist aftaná, at Niklas á Líðarenda hevði havt fingið tær flestu av teimum sjey atkvøðunum í Eysturoy, og at hann hevði havt fingið fleiri enn eina atkvøðu í Vágum, fleiri enn eina atkvøðu í Suðuroy og atkvøðuna hjá sandoyingum og ivaleyst eisini atkvøðuna hjá klaksvíkingum. Feløgini í Havnini áttu fýra atkvøður á aðalfundinum leygardagin. Tað kundi kanska roknast við, at allar atkvøðurnar høvdu farið til Børge B. Hansen, men hetta hevur ikki eydnast at fingið uppspurt.
Fagnaður við lógvabresti
Tá ið tað var greitt, at meirilutin á aðalfundinum leygardagin hevði fingið tann næstformannin, sum tey eftir øllum at døma høvdu ætlað sær at atkvøtt fyri, góvu øll umboðini kortini fráfarandi næstformanninum eitt heiðurligt farvæl.
Undir ymiskum tók Jens Erik Magnussen, sum var afturvaldur í nevndina, og sum hevur sitið í FSF nevndini saman við Børge B. Hansen í mong, mong ár, orðið. Næstan við tárum í eygunum takkaði hann fráfarandi næstformanninum fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri føroyskan fótbólt. Serliga nevndi hann Tórsvøll, sum hann segði, at Børge B. Hansen hevði arbeitt nógv og væl fyri. At enda heitti hann á fundarluttakararnar at reisast og við lógvabresti fagna fráfarandi næstformanninum. Tað gjørdu allir fundarluttakararnir. Men samstundis tóktist eingin ivi vera um, at ein greiður meiriluti av fótbóltsfeløgunum høvdu fingið sín vilja, tá ið Niklas á Líðarenda varð valdur til nýggjan næstformann í Fótbóltssambandinum.