Strandingurin Páll Jóhan Poulsen hevur keypt 50-tonsaran Báruna úr Klaksvík út á Strendur. Báran, sum er bygd í Danmark í 1968, er merkt 49,16 bruttotons.
Báran fer at royna við snellu undir Føroyum, og fýra mans verða við skipinum, skrivar heimasíðan hjá Sjóvar kommunu.









