Báran 10 ár

Tíðindaskriv

 

4. des. í ár eru liðin 10 ár síðani at Bygdarfelagið Báran bleiv sett á stovn og í hesum sambandi verður skipað fyri stórum tiltaki í Skálanum í Klaksvík í vikuskiftinum 9.-10. des.

Á skránni verður nógv spennandi, leygardagin 9. des. kemur TrøllaPætur á vitjan og sunnudagin kemur I Am á pallin, báðar dagarnar verður eti og drekkikapping, báðar dagarnar verður tombola og tivoli, kostnaðurin fyri vaksin er kr. 40,- og fyri børn kr. 20.

Tiltakið endar sunnukvøldið uml. kl. 21.15, tá verður eisini drigið um seld atgongumerkir, atgongumerkini verða drigin hvør sær, hjá teim vaksnu er vinningurin 1 gsm-fartelefon hjá børnunum er vinningurin 1 playstyation. Jólamenninir koma á vitjan báðar dagarnar.