Bára og Erik fingið kavaraprógv

Faroe Dive, Klaksvík:

Mánadagin 14. juni fingu Bára Joensen, Klaksvík, og Erik Johannessen, Strendur, prógv frá kavaraskúlanum Faroe Dive. Tey hava í eitt tíðarskeið ognað sær vitan um kaving. Millum annað hava tey verið undirvíst í kavarateori, kaving í svimjihøll og ikki minst kaving í sjónum. Bára og Erik hava bæði verið sera vælnøgd við kavingina og hava ætlanir um at gera nógv við at kava.