##med2##
Afturkomna liðið í SMS-deildini, VB fekk fyrr í dag ein leingi eftirtraktaðan sigur, tá vágskvinnur vunnu ein frágera góðan 28-26 sigur á StÍF í høllini á Skála.
VB var á odda meginpartin av dystinum, og tá ið støðan gjørdist 25-18 til VB við einum korteri eftir at leika, tóktist tað sera sannlíkt, at fyrstu stigini fóru suður til Vágs.
Fýra minuttir fyri leiklok tóktist StÍF at hava koppað dystinum til sín, tá ið Emmy Kass javnaði til 25-25.
Men VB reisti seg, og Bára Krosslá Mortensen fekk hol aftur á málskjótingina fyri VB, og skoraði til 26-25.
Haruka Gima javnaði til 26-26, men so settu Bára Krosslá Mortensen og Durita Krosslá Hjelm punktum, og avgjørdu dystin til 28-26.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra toppskjúttan hjá VB, Báru krosslá Mortensen, ið skoraði sjey mál fyri VB seta orð á sigurin.
- Tíbetur hildu okur høvdið kalt, greiðir ein sera fegin Bára Krosslá Mortensen frá.
Hjá Báru og liðfeløgunum kemur sigurin sera, sera væl við. Tað hevur verið tungt at fara til venjing farnu vikurnar við einum nulli á stigatalvuni, og tí var eisini talan um ein langan sigursdans tá sigurin var í hús á Skála í dag.
Bára hevur vón um, at VB við síni stoltu steypasøgu kann gera nakrar skreytir í steypakappingini, ikki minst við hjálp frá trúgvu og drúgvu heimaáskoðarunum í høllini í Vági.
Kyndil vann 32-27 (15-14) á VÍF í høllini á Hálsi í Havn, og í KÍ-høllini í Klaksvík vann H71 greitt 31-17 (10-7) á Stjørnuni.
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| KYNDIL | 12 | 332 | 238 | 94 | 20 |
| VÍF | 12 | 332 | 273 | 59 | 18 |
| H71 | 12 | 334 | 276 | 58 | 16 |
| NEISTIN | 12 | 299 | 263 | 36 | 14 |
| STJØRNAN | 12 | 286 | 334 | -48 | 8 |
| STÍF | 12 | 266 | 353 | -87 | 6 |
| VB | 12 | 257 | 369 | -112 | 2 |










