Bára Joensen fyrsti kvinnuligi altjóða kavaleiðarin

Fríggjadagin fekk Bára Joensen, sum fyrsta kvinna í Føroyum, prógv sum altjóða-kavaraleiðari, frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík.

Bára hevur verið í læru hjá Faroe Dive og stóð tí endaligu royndina fríggjadagin. Bára gleðir seg at arbeiða við at menna ferðavinnu kavingina í Føroyum, og við nýggju útbúgvingini hevur ferðavinnan gjørt enn eitt stórt framstig í menningini.

Tey á Faroe Dive ynskja í tíðindaskrivi Báru hjartaliga tillukku við útbúgvingini og tillukku við nýggja starvinum, sum kavaraleiðari hjá Faroe Dive!!