Bárður B. Mikkelsen og liðfelagarnir í Marienlyst Volley hava spælt seg í DM-finaluna í flogbólti
Undan hesum hevur Marienlyst vunnið donsku steypakappingina og NM-heitið fyri feløg, og vinna teir eisini danska meistaraheitið, verða teir fyrsta danska flogbóltsfelagið, sum vinnur øll hesi steypini í einum og sama kappingarári.
Í hálvfinalunum í DM-kappingini spældi Marienlyst tríggjar dystir móti Middelfart, og tá Marienlyst vann tveir av hesum, var finaluplássið tryggjað. Í finaluni skulu teir spæla móti Aalborg HIK.
Fyrsti finaludysturin verður spældir í Aalborg skírishósdag klokkan 15 føroyska tíð, og næsta finalan verður í Odense 15. apríl klokkan 19.
Verður neyðugt við einum triða finaludysti, fær Marienlyst fyrimun av heimavølli í hesum, tí felagið endaði framman fyri Aalborg HIK.