MYND AV SEV
Sev og Maskinmeistarafelagið
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur enn ongar stórvegis viðmerkingar um, hvørja støðu hann fer at taka til nýggja sáttmálan ímillum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, hava SEV og maskinmeistararnir gjørt nýggjan sáttmála.
Vit mugu staðfesta, at í hesuferð hava partarnir tikið umflokkingar og starvsbroytingar o.s.fr. við í sjálvan sáttmálan og tað er heilt óvanligt, staðfestir landsstýrismaðurin.
Hetta kostar SEV góðar 100.000 krónur eyka um árið, ella umleið 0,6% afturat í sáttmálanum.
Samstundis staðfestir hann, at hetta ger, at sáttmálin fer nakað útum teir lønarkarmar, sum eru lagdir og tað ger hann eitt sindur ivingarsaman - uttan at hann við hesum á nakran hátt hevur sagt, at støða er tikin til sáttmálan, hvørki ein ella annan vegin.
Bárður Nielsen sigur, at hann hevur biðið SEV um eina frágreiðing um sáttmálan og hana fekk hann í morgun.
Fyrenn hann hevur lisið og kannað frágreiðingina og lagt saman og drigið frá, kann hann onki siga um, antin hann fer at góðtaka sáttmálan ella ikki.
Men tað, vit hava fingið at vita, verður tað ikki í dag, at hann fer at taka støðu til sáttmálan.