Vinnarin av lutakastinum um innsend fiskamerkir til Havstovuna gjørdist Bárður Poulsen, sum býr í Hoyvík. Seinnapartin mikudagin varð lutakast á Havstovuni um innsend fiskamerkir seinasta árið.
Vinnarin í lutakastinum um 12.500 krónur gjørdist Bárður Poulsen, sum býr í Hoyvík.
Hann sendi ein merktan tosk til Havstovuna hin 10. november 2009. Toskurin var merktur hin 30. september 2007 vestan fyri Mykines.
Havstovan sigur, at toskurin varð veiddur aftur á snøri í Svínoyarfirði einaferð í mai-juni 2009.
- Tað er sera sjáldsamt, at toskur ferðast av Mykinesgrunninum og eystur í Svínoyarfjørð. Toskurin var vaksin 14 sentimetrar hesi knøppu 2 árini, úr 58 upp í 72 sentimetrar.
Havstovan sigur, at hetta verður roknað sum hampiliga góður vøkstur.
Í sambandi við lutakastið um fiskamerkir, varð eisini ein stuttur fyrilestur hildin á Havstovuni hendan dagin.
- Fyrilesturin snúði seg um hjáveiði í hummararúsum, og tað er Gustaf Samuelsen, sum síðan 2006 hevur talt allar smáfiskar, sum hann hevur fingið í rúsunum.
Í fyrilestrinum varð víst á, at talið av smáfiski í hummararúsum fylgir ikki árgangsstyrki hjá toski.
- Gustaf tók vinnandi lutaseðilin, og Tórhallur Patursson fylgdi við, at lutakastið fór fram á rættan hátt, sigur Havstovan.
Tilsamans 508 fiskamerkir vóru við í lutakastinum um tær 12.500 krónurnar.