Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin eru í dag vorðin samdir um eina nýggja samgongu, og nú er greitt hvussu málsøkini verða býtt.
Bárður á Steig Nielsen váttar fyri Miðlahúsinum, at talan verður um sjey aðalráð, ið er eitt færri enn núverandi samgonga.
Sambandsflokkurin fær løgmann, vinnumál og heilsumál. Vinnumálaráðið verður styrkt við at orku-, umhvørvis- og innlendismál verða løgd undir ráðið. Sostatt er eisini greitt, at Bárður á Steig Nielsen verður løgmaður.
Fólkaflokkurin fær fiskivinnumál, fíggjarmál og almannamál, umframt at teir fáa løgtingsformannin. Bárður á Steig Nielsen upplýsir, at Landsverk og samferðslan verða løgd undir fíggjarmál.
Miðflokkurin fær uttanríkis- og mentamál, ið verður løgd saman til eitt ráð.

Bárður váttar: Soleiðis eru málsøkini býtt

