Tað er nú greitt, at bókin, Stríðið um tað góða grasið hjá Bárði Oskarsson er eitt av uppskotunum til at fáa Norðurlendsku barnabókaheiðurslønina í ár.
Tað skrivar Bókadeildin hjá Lærarafelagnum frá Barnabókamessu í Bologna.
Tey skriva, at forløg í øðrum londum dáma Bárð Oskarsson, og bøkurnar hjá honum eru týddar til fleiri mál, tær eru komnar út í Danmark, Noregi, Íslandi, Frankaríki,Týsklandi, Kekkia, Kanada og Svøríki.