Í síðstu viku fann 23 ára gamli Bárður Hansen útav, av ein falskur profilur, sum gav seg út fyri at vera hann, var stovnaður á sosiala miðlinum Snapchat. Viðkomandi handan profilin hevur í fleiri mánaðir sent fúl og ónærislig boð, nakinmyndir og videobrot til fleiri gentur í nærumhvørvinum.
Áðrenn Bárður gjørdist tilvitaður um, at samleiki hansara varð stolin, hevði yngri beiggi hansara vitað tað í nakrar dagar. Beiggi hansara hevði tosað við eina gentu, sum var javngomul við seg, og hon hevði sagt honum, at Bárður hevði skrivað til hana og verið sera óbehagiligur og vemmiligur. – Beiggi mín kom í kamarið hjá mær, har eg sat, og bað síðani gentuna skriva aftur til brúkaran Bárður Magic. Hon greiddi beiggja mínum frá, at hon samskifti við brúkaran, og at hann skrivaði aftur.
Beiggi mín sá tá, at eg ikki sat og skrivaði, og hann visti, at tað ikki var eg. Hann segði mær so, at onkur annar hevði ein brúkara í mínum navni og skrivaði til gentur, sigur Bárður Hansen frá.
Eftir at Bárður varð greiður yvir, at samleiki hansara var stolin og útnyttaður, segði hann foreldrum sínum frá. Síðani ringdi hann til løgregluna og boðaði frá. Hann varð tó skelkaður yvir svarið, sum hann fekk frá løgregluni.
– Løgreglumaðurin, sum eg tosaði við, vísti lítlan áhuga og segði, at teir onki fingu gjørt, sigur hann.
Bárður spurdi tá, um tað var ráðiligt, at hann skrivaði eini boð á Facebook, og greiddi frá, at ein falskur profilur var í hansara navni, tí væntandi verður falski profilurin strikaður, tá viðkomandi frættir, at málið er meldað til løgregluna. Løgreglan mælti tó til, at hann gjørdi tað, so fólk vita, at tað ikki er Bárður, ið er handan navnið Bárður Magic á Snapchat.
Tá Bárður ringdi til løgregluna fyrstu ferð, visti hann ikki alt, sum hann síðani hevur funnið útav um málið. Hann ringdi síðani aftur til løgregluna fyri nøkrum døgum síðani, og tá varð hann biðin um at seta seg í samband við ávís løgreglufólk innan KT økið, sum fáa hjálpt honum víðari við málinum.
Síðani telefonsamrøðuna við løgregluna hevur hann tosað við fleiri gentur, sum hava sagt honum, at Bárður Magic hevur skrivað til teirra.
– Fleiri teirra hava fortalt mær, at tær blokeraðu Bárður Magic beinanvegin, og summar hava samskift við hann í eina tíð. Ein genta, sum eg tosaði við, hevði tikið skíggjamynd av einum sjónbandi, og tá hevði Bárður Magic strikað hana av vinalistanum við tað sama. Ein onnur genta hevði fingið nakinmyndir av viðkomandi handan Bárður Magic brúkaran sendandi, sigur hann týðiliga ørkymlaður.
Sum skilst á teimum gentunum, sum Bárður hevur verið í sambandvið, so hevur brúkarin BárðurMagic samskift við fleiri enn 15 gentur síðani november mánað í fjør. Hetta eru serliga gentur í Runavík, Toftum og Gøtu.
– Hetta er sera skelkandi og ørkymlandi, tí eg havi sjálvur tosað við ella heilsað uppá fleiri av hesum somu gentunum í hesum tíðarskeiðinum, og eg havi als ikki vitað, hvat tær hava hildið um meg, sigur hann.