Í dystinum móti Skála sunnudagin, var Bárður Olsen hjálptur av vøllinum, tí knæið hjá honum vildi ikki sum hann vildi. Tað bar illa til at staðfesta beinanvegin, hvat trupulleikin hjá Bárði var, men eftir at hava verið til kanningar á Landssjúkrahúsinum týsdagin er greitt, at hann skal undir eina minni skurðviðgerð fríggjadagin.
Hetta merkir, at hann ikki verður tøkur til landskappingardystin móti B68 sunnudagin, og ei heldur til seinnu hálvfinaluna komandi mikudag.
Talan er um so mikið lítlan skurð, at Bárður sum onki kann ganga eftir skurðviðgerðina, og helst kann byrja at venja tíðliga í næstu viku.










