Bárður til Fremad Amager

Víkingur fer helst at missa høgra bakkin til føroyingafelagið á Amager.

Hóskvøldið spælir Víkingur seinna evropeiska undankappingardystin ímóti Ventspils úr Lettlandi. Undan dystinum er Víkingur aftanfyri 2-0, og skuldi tað hent seg, at ljósabláa felagsliðið ikki spælir seg víðari, so hevur sterki høgri bakkurin, Bárður Hansen, helst spælt sín seinasta dyst fyri Víking á hesum sinni.

 

Sambært fleiri keldum hjá Miðlahúsinum er Bárður Hansen ávegis til Fremad Amager, sum júst er flutt upp í næstbestu, donsku deildina. Skiftið hjá høgra bakkinum tó ikki komið upp á pláss enn, men venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, væntar at missa høgra bakkin.

 

- Tað er ógvuliga keðiligt fyri okkum at missa ein so góðan spælara, og tað fer at merkjast.  Eg haldi tó ikki, at alt er komið upp á pláss hjá honum. Men sum eg havi skilt á lagnum, so er dysturin hóskvøldið møguliga hansara síðsti dystur, tí at væntandi fer hann avstað mánadagin, sigur Sámal Erik Hentze í viðmerking við in.fo.

 

Um Bárður Hansen fer til Fremad Amager, so verður hann liðfelagi við føroyska Heina Vatnsdal. Í farna kappingarári spældu Finnur Justinussen og Christian Holst eisini við Fremad Amager, men teir hava takkað fyri seg í felagnum - Finnur Justinussen er farin aftur til Víking, meðan Christian Holst er givin at spæla fótbólt.

 

Bárður Hansen er 24 ára gamal og hevur spælt tveir landsdystir fyri Føroyar.