Samanlegging
Í brævi til Bárð Nielsen, landsstýrismann, dagfest, 28. september, átalar formaður Starvsmannafelagsins, Gunnleivur Dalsgarð, framferðina í málinum um samanlegging av Landsbanka Føroya og Hagstovu Føroya.
Felagið vísir á, at ein slík samanlegging eisini kann koma at ávirka starvsfólkaviðurskiftini hjá limunum í Starvsmannafelagnum.
Ásetingin
Í hesum sambandi vísir formaðurin, Gunnleivur Dalsgarð, til grein 2 í sáttmálanum sum sigur:
"Tá avgerandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi at verða við í tilrættaleggingini".
Starvsmannafelagið metir ikki, at henda greinin í sáttmálanum er fylgd.
- Vit átala, at fráboðanin um hesa stóru broyting fyrst verður almannakunngjørd áðrenn tey, sum broytingin kemur at ávirka, fáa boð um tað.
Felagið ger samstundis greitt og krevur, at nevnda sáttmálaáseting verður fylgd, soleiðis at starvsfólk eisini verða við í arbeiðnum at skipa ætlaðu broytingarnar longu frá byrjan av.
Ótryggleiki
Í viðmerking annars, sigur Gunnleivur Dalsgarð við Sosialin, at tá ið ein samanlegging fer fram, og annar stovnurin heldur uppat, skapar tað sjálvsagt ein ávísan ótryggleika millum starvsfólkini.
- Tað er sum so ikki okkara borð, hvør verður leiðari á einum slíkum stovni, men vit hava sjálvsagt áhuga í, hvussu støðan hjá okkara limum verður.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at felagið hevur nakrar limir, sum starvast í Landsbanka Føroya og nakrar fleiri sum starvast á Hagstovu Føroya.
- Vit hava sum nevnt eina greiða áseting í sáttmálanum, og tí er tað ikki annað enn rímiligt, at okkara limir verða kunnaðir um broytingar í góðari tíð og eru við í "prosessini", sigur Gunnleivur Dalsgarð.