Bárður skavar pening saman

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hevur lagt uppskot um eykajáttan til bæði Musikskúlan og Brimil

Vantandi játtan til Brimil og Musikskúlan hava staðið ovast á breddanum í fjølmiðlunum í summar, og landsstýrið ger nú eina roynd at skava pening saman. Fríggjadagin legði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, uppskot um eykajáttan fyri løgtingið.
Stendur tað til landsstýrið verður játtanin til Musikskúlan hækkað við 450.000 krónum, og hesin peningur skal fáast til veða við at lækka játtanina til Frítíðarundirvísing við 200.000 krónum og økið Ítróttaranlegg við 250.000 krónum.
Bárður Nielsen ynskir eisini at hækka netto játtanina til Vaktar- og Bjargingartænastuna, ið hevur Brimil um hendið, við 1. mió. krónum. Hesin peningur skal fáast við at lækka játtanina til Fiskivinnumenning við einari mió. krónum.