36 oljumálningar og 17 vatnlitsmyndir eru í løtuni við at umskapa hvítu veggirnir í Listahøllini á Skipasmiðjuni til eitt satt sansaálop av litum og skapum. Orkumiklu myndirnar eru um at spreingjast av einum forvitni, ið ger tað trupult at ímynda sær, at listamaðurin er farin væl um tey seksti - um aldur also kann sigast at hava nakran týdning fyri list.
- Jú, tað er rætt, at sum vaksin gerst tú so vanur við tað, tú sært, at tú ofta ikki sært tað longur. Kanska er tað tí, eg í listini eri farin at leita aftur til sjónirnar frá barndóminum, tá alt enn var nýtt, sigur Bárður Jákupsson, ið heldur, at sterku inntrykkini frá barndóminum ofta gerast enn sterkari, tá tú tekur tey fram aftur sum vaksin.
Ikki aftur á staðið
Gjøgnumgangandi temaið á nýggju framsýningini hjá Bárði Jákupsson er upplivingar í føroysku náttúruni sæð við barnaeygum. Hóast kenslan av at vera tikin av fótum av tí stórsligna ofta gongur aftur, hevur listamaðurin ikki fyri neyðini at venda aftur til staðið fyri at enduruppliva løtuna.
- Nei, eg verði heldur órógvaður av tí ítøkiliga myndevninum. Sjálvt um eg ikki heilt havi slept tí, er tað ikki myndevnið, sum hevur týdning. Eg royni heldur at leita inn í sjálvan strukturin í náttúruni, inn í lendið, sum kann vera grýtut, vallað, bratt o.s.fr, sigur Bárður og ásannar, at hann er liðugur at mála naturalistiskar málningar.
- Har havi eg verið. Tá tú dugir nakað, er tíð at fara víðari, finna sítt egna, heldur enn at tøssa víðari í sama spori. Eg kann bara tosa fyri meg sjálvan, men fyri meg eru málningar, ið halda seg innan fyri eitt ítakandi mark, í vanda fyri at lata seg aftur, heldur Bárður Jákupsson.
Stóri samanhangurin
Júst hvat hansara ”egna” er, er ilt at seta orð á, sum tað altíð er við list, heldur Bárður Jákupsson. Men gjøgnum eitt heilt lív hava hópað seg upp óteljandi myndabrot av einum stórfingnum samanhangi, hann bæði kennir seg sum part av og vil geva sítt íkast til.
- Ítøkiliga umfatar hesin samanhangur mínar og okkara forferdrar, sum góvu sær far um náttúruna, søgdu søgur um hana og bóru hana víðari. Við røtum í hesum mytiska samanhangi, eru mínar myndir eitt slag av brotmyndum, sum so við og við kanska kunnu flætta saman tað heilt fínu náttúruupplivingina, sigur Bárður.
Ein máti at lýsa listina hjá Bárði er at samanlíkna hana við tónleik, sum ummælarar ofta hava gjørt. Tá tú hyggur at hansara myndum koma hugtøk sum rútma, klanglitir ella kór við nógvum røddum ofta til hugs.
Men hóast hugtøk frá tónleikinum kunnu hjálpa at lýsa listina, røkkur tað ongantíð heilt, heldur Bárður.
- Tað ber jú illa til at seta orð á, júst hví ein tóni fellir væl oyra, ella hví ein rødd riggar væl. Tað kann í besta føri geva eina ábending. Restin má verða upp til kensluna hjá honum, sum upplivir tonleikastykkið ella myndina, hugleiðir Bárður.
Friðleysa listin
Hóast Bárður ongantíð vendir aftur til staðið, ásannar hann, at tað ikki hevði borið til at mála hálvabstraktu myndirnar, ið eyðkenna framsýningina, uttan at hava eygleitt landslagið.
- Tað gevur onga meining at abstrahera, um onki liggur aftanfyri. Tá endar tað bara við eftirlíkningum av abstraktiónum hjá øðrum, og tað síggja vit tíverri alt ov nógv av í Føroyum, sigur Bárður, sum mælir teimum ungu myndlistafólkunum til at fara út at eygleiða náttúruna fyrst.
- Tað finnast heilt avgjørt nógv sera dugnalig ung listafólk í Føroyum, men vilja tey verða tikin í álvara, mugu tey fyrst taka listina í álvara. Tað var ein tíð, har list var so nýggj í Føroyum, at alt varð hildið at vera gott og skuldi lívgast. Soleiðis er tað ikki longur. Vilt tú verða tikin í álvara sum listafólk, mást tú finna teg í at standa fyri skotum, sigur Bárður, sum heldur tað vera í lagi, at listin so at siga er friðleys.
- List er at bjóða áskoðararnum eina uppliving, hann sjálvur skal sleppa fylla út. Tað er ein av orsøkunum til, at mínar myndir ikki hava nakað heiti. Um eg kalli eina mynd ”Brekka” fer áskoðarin at leita eftir brekkuni, heldur enn bara at uppliva myndina, og tað er synd, heldur Bárður.