Bárður Oskarsson róstur í Weekendavísini

»Geniala og filosofiska« kallar ummælari á donsku Weekendavísini myndabókina »En hundur ein ketta og ein mús« hjá Bárði Oskarsson

 Rósandi orðini halda á at regna yvir myndabókina »Ein hundur, ein ketta og ein mús«, sum Bárður Oskarsson hevur skrivað og teknað. Eisini nú, bókin er týdd til danskt. Í nýggjastu útgávuni av Weekendavísini sigur ummælarin Damian Arguimbau millum annað soleiðis um bókina: »Tað er ein ógvusliga filosofisk og provokerandi myndabók, Bárður Oskarsson hevur skapt. Tekningarnar eru merktar av niðurdempaðum, brúnligum litum, har djórini við sínum kropsburði og útrykki undirstrika síni einsháttaðu og resigneraðu lív. Ein klassikari fyri tey allarminstu og tey allarstørstu«. Tað er Hugin Eide, sum hevur týtt bókina til danskt og givið hana út á Forlagnum Torgard.